Hátrýst í ein eystan og landnyrðing úr Føroyum fara spakuliga í ein landnyrðing. Hátrýstið gevur støðugt veðir og eitt rák av lýggjari luft av landsynningi yvir Føroyar. Í dag kemur ein veik kuldabrúgv inn yvir landið av vestri og síðani fer eitt hátrýst yvir Skandinavia at breiða seg í ein vestan móti Føroyum.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum hækkar í ein útsynning og vestan og makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Eitt skifti skýggjað og møguliga regn her og har, seinni klárar í, sólin sær og tað verður turt. Í nátt yvirhøvur klárt, men møguliga tám og mjørki. Hitin um dagin millum 10 og 16 stig, um náttina niður í 8 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av eystri, 4 til 8 m/s. Sólin sær, men seinnapartin dregur samanum og tað verður támut. Um náttina verður skýggjað, támut ella mjørki, men móti morgni klárar í. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 6 og 8 stig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av eystri, 4 til 8 m/s, sum út á kvøldið snarar í ein landnyrðing og makar nakað. Turt og sólglottar, men út á kvøldið skýggjað og stundum regn. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, sum út á dagin snarar í ein útnyrðing, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, men um kvøldið sum frá líður turt. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 5 til 8 stig.
Fríggjadagin
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 6 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.