Eldurin í Kalifornia, sum byrjaði tann 8 novembur, er umleið 95% undir tamarhaldi. Hetta kann Cal Fire, ið er skógar- og eld trygdin í Kalifornia, staðfesta eftir at tað nú endaliga hevur regna í Kalifornia. Regni hevur hjálpt teimum fleiri túsund sløkkiliðsmonnunum, ið hava barst móti eldinum síðan hann byrjaði, at fáa tamarhald á støðuna.
Hóast regni hevur hjálpt at fáa tamarhald á eldinum, er vandin fyri yvirflóð vaksandi, hetta hevur við sær, at har sum tamarhald ikki er á eldinum, er torført fyri sløkkiliðsmennirnar at koma fram til. Eisini av tí at jørðin er so brend, gerst verri fyri hana at súgva vatni í seg, soleiðis legst regni omaná og kann elva til yvirflóð í síðsta enda.
Minst 475 fólk eru enn saknaði eftir skógareldin, sum hevur gjørt um seg hendan mánaðin, og tað verður framvegis leita eftir leivdum av fólkum, sum eru saknaði. Hóast vandin fyri yvirflóð er vaksandi, hevur regni hjálpt bæði við at fáa tamarhald á eldinum samstundis sum tað gerst lættari at leita eftir leivdum av fólki, ið er saknað. Hetta tí at regni hevur fingið øskuna at lagt seg, soleiðis gerst tað lættari at nýta hundar til at finna leivdirnar. Cal Fire væntar at skógareldurin skjótt verður undir fullum tamarhaldi, hetta hevur verið mest oyðileggjandi skógareldurin í Kalifornia nakrantíð.