Á sponsku frítíðaroynni Ibiza stríðast sløkkiliðsmenn við ein stóran skógareld, sum eftir øllum at døma kyknaði av ósketni. Myndugleikarnir siga, at skógareldurin er tann størsti í mong ár. Umleið 200 fólk hava fingið boð um at fara úr húsunum, og harumframt eru 200 gestir fluttir av einum hotelli í Portinatx, tí vandi er fyri, at eldurin kann breiða seg tann vegin.
Løgreglan hevur tikið ein 50 ára gamlan mann, sum fæst við at ala býflugur. Løgreglan sigur, at maðurin blásti royk frá pípu síni inn til býflugurnar, og eftir øllum at døma hevur ein neisti frá pípuni fest í og kynt eldin.
Umleið 300 sløkkiliðsmenn royna at basa skógareldinum, men sløkkiarbeiðið er trupult, tí tað er heitt og harafturat frískur vindur.










