10,000 fólk eru rýmd úr økinum í landsynnings Fraklandi av skógareldi, sum breiðir seg skjótt. Eldurin brennir í økinum framvið sjónum, í fjøllunum og eisini er stórur eldur á oynni Korsika, ið liggur nær við land.
Summi av frítíðarstøðunum eru longu illa farin í eldinum.
Fleiri hundrað sløkkiliðsfólk eru send til økið og sambært BBC, so eru fleiri av teimum komnir til skaða av millum øðrum roykeitran. Tilsamans hava eini 4000 sløkkiliðsfólk verið partur av átakinum at basa eldinum.
Økið, har eldurin brennur, er eitt ógvuliga vælumtókt frítíðarstað. Sambært tíðindastovuni AFP, so fleirfaldast fólkatalið í økinum um summarið og tað er ein avbjóðing í arbeiðnum at basa eldinum.










