Stórir skógareldar herja Tenerife í Kanarisku Oyggjunum. Sløkkiliðini royna at fáa tamarhald á eldunum og at forða fyri, at teir skulu breiða seg til bygt øki. Kortini hava myndugleikarnir heitt á fólk í tveimum økjum um at fara úr húsunum.
Sagt verður, at herurin hevur lovað at hjálpa sløkkiliðunum, og at nakrar tyrlur hjálpa teimum.
Tann fyrsti skógareldurin kyknaði nærhendis Vilaflor, og umleið 50 fólk eru flutt haðani og úr Infoche, La Quinta og Taucho.










