Skógar í Australia í ljósum loga

Oyðileggjandi skógareldar herja í Australia

Í Australia herja ógvusligir skógareldar, sum seinastu mánaðirnar hava havt oyðileggjandi avleiðingar fyri bæði djór og menniskju.

Støðan er serliga ring í statunum New South Wales og Victoria, har umleið 200 skógareldar eru í løtuni, sambært Ritzau.

Dagurin í dag hevur verið heitari enn vanliga, og vindurin hevur verið kraftigur. Myndugleikarnir í Australia meta, at dagurin í dag hevur verið hin ringasti hesa sesongina.

Umleið 36.000 kvadratkilometrar eru brendir burtur í New South Wales, meðan 7.800 kvadratkilometrar eru oyðilagdir í Victoria. Tilsamans svarar tað til meira enn víddina á øllum Danmark.

Skógareldarnir hava tilsamans kravt 17 mannalív, og bara síðan jól eru níggju fólk deyð. Tað verður mett, at 480 milliónir dýr hava latið lív í eldinum - harímillum 8.000 koalabjarnir.