Skúanes

   

Erling Poulsen
?????????????
Eg sat við stórum áhuga og hugdi at endursendingini í sjónvarpinum um staðarnøvn í Suðuroynni og kappingini millum Petur Karl á Rana úr Trongisvági og Ditlev Hammer úr Hovi.
Dómari var mín góði vinur Ólavur Clementsen ættaður heiman av Sandi.
Tað man vera fáur, um tað er nakar, ið veit so væl um staðarnøvn í Føroyum sum hann, men eitt navn var við í kappingini, sum ongantíð hevur verið staðarnavn í Vági, og tað var Skúanes. Loranstøðin var ikki á Skúanesi, men við Eggjarnar, og skalt tú vera heilt neyvur, so var støðin við niðara Eggjar. Hvar ið Ólavur hevur hetta navnið frá veit eg ikki, men eg ørminnist um, at eingilskmenninir komu við tí undir krígnum, tá ið teir bygdu loranstøðina.
Tá ið eg í summar gav út bókina »Loranstøðin við Eggjarnar« brúkti eg tað navnið, sum vágbingar altíð hava brúkt. Tá ið tú lesur bókina, finnur tú ongastaðni orðið Skúanes, og tað er við beráddum huga. Onkur av teimum yngru vágbingunum hevur spurt meg, hví bókin ikki eitur »Loranstøðin á Skúanesi«. Svar mítt var, at tað nesið kenni eg ikki. Vágbingar hava altíð sagt Eggjarnar og skilti onkuntíð millum ovaru Eggjar og niðaru Eggjar. Felagsnavnið er av Rútarfelli og líka vestur í Nøs, sum er tann vestastu parturin við niðaru Eggjar.
Hesar reglur skulu takast sum vegleiðandi og als ikki fatast sum atfinning av spurnarkappingini.