Sjúrður Skaale torir einki at siga enn

- Enn er einki avgjørt, sigur han

 

- Tað sær gott út.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hevur fingið góða undirtøku á fólkatingsvalinum, og sum støðan er nú 45 valstøð eru tald upp, er eingin ivi um, at hann verður annar fólkatingsmaðurin.

 

Sambandsflokkurin er langt fremst við 27,5 prosent av atkvøðunum, men á líka greiðum øðrum plássi, er Javnaðarflokkurin við 26,8 prosentum.

 

Næsti kappingarneytin, Tjóðveldi, hevur 21,2 prosent av atkvøðunum. Men hóast Sjúrður Skaale viðgongur, at tað sær gott út vil hann ikki kanna sær sigurin enn.

- Tað er einki avgjørt fyrrenn Havnin er tald upp, staðfestir hann.

 

Hann minnir á seinasta Fólkatingsval, tá ið Annika Olsen lá til at verða vald, heilt til Havnin varð tald upp, tá stakk Sjúrður Skaale seg framum á málstrikuni, og varð valdur.

Tí sigur hann einki, fyrrenn størsta valstaðið eisini er talt upp.