Tað er ikki bara løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sum er dottin á súkklu - nakrar ferðir - síðan hann fór undir at venja til París-túrin.
Soleiðis skrivar ein facebook-brúkari á vangamynd í morgun:
- Puha, ikki ófarligt at vera Rynkeby-súklari. Møtti Sjúrði Skaale, sum var dottin. Eg var á veg til arbeiðis. Har vóru tveir bilar steðgaðir. Sjúrður reisti seg, men hevði tað ikki gott. Vinglaði á beinunum...
Og nú fyri løtu síðan greiðir Sjúrður Skaale frá, hvat hendi honum á súkkluni tíðliga í morgun.
- At hava max. ferð í undanbrekku á kappsúkklu er fantastiskt, men skít farligt, um seyður er á vegnum. Tað var tað í brekkuni oman frá Sandvíkarhjalla í morgun. Men, tíbetur hevði flogtúrurin, sum kom eftir, at eg og tann morreyða ærin brustu saman, ikki aðrar avleiðingar enn smáskursl og ein brotnan hjálm.
Í síni stuttu frásøgn leggur Sjúrður Skaale aftrat, at tað er gott at súkkla.
- Men, ansið eftir seyði - og spennið hjálmin! eru ráðini hjá fólkatingsmanninum og Rynkeby-súkklaranum.
Viðhefta mynd er av brotna hjálminum hjá Sjúrði Skaale.