Sjúrður Skaale á odda fyri arktiska arbeiðsbólkin

Fólkatingslimurin er afturvaldur sum formaður í arktiska arbeiðsbólkinum hjá Fólkatinginum.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, er í dag vorðin aftur til formann í arktiska arbeiðsbólkinum hjá Fólkatinginum. Harvið heldur hann fram í sessinum, ið hann varð valdur til í farna valskeiði.


- Endamálið er at gera arbeiðið so praktiskt og ítøkiligt sum gjørligt. Tað er nógvastaðni, at menningin í Arktis verður umrøtt á sera yvirskipaðan hátt – men her er ætlanin, at tað skal vera praktiskt, sigur Sjúrður í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.


Arbeiðsbólkurin fevnir um allan Ríkisfelagsskapin  men mesti denturin verður lagdur á Føroyar og Grønland.


- Ítøkiliga málið er at slóða fyri, at vit fáa lut í teirri menning, sum fer fram í økinum. Vit skulu hava virksemi, arbeiðspláss og íløgur til m.a. Føroyar, sigur fólkatingsmaðurin.


- Taka vit tilbúgving sum dømi, so er upplagt, at íløgur í hetta verða gjørdar í Føroyum, tí vit liggja beint á einari av komandi siglingarleiðunum, sigur hann.  Tað økir um tryggleikan – men skapar eisini inntøkur og arbeiðspláss.


Harumframt er Sjúrður Skaale í dag valdur sum umboð fyri Fólkatingið í eftirlitsnevndina í Norðurlendska Íløgubankanum.


Í tíðindaskrivinum greiðir fólkatingslimurin frá, at talan er um ein fleirtjóða íløgustovn, sum Norðurlond og Baltalond eiga. Endamálið er at fíggja verkætlanir, ið bøta um kappingarførið og umhvørvið í hesum londum.


- Hetta passar væl saman við hinum sessinum, og eg fari sjálvsagt, um føroyskir myndugleikar og fyritøkur ynskja tað, at leggja fram føroyskar verkætlanir fyri henda banka, sigur Sjúrður Skaale.


Føroyski fólkatingsmaðurin tekur við hesum sessinum 1. juni næsta ár, og skal sita í tvey ár.