Sjúrður: Orkan gekk undan í seinna hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Sjúrð Thomassen hjá Neistanum taka samanum finalutapið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Sjúrð Thomassen hjá Neistanum aftaná 22-28 (12-13) tapið hjá neistamonnum ímóti H71 í Coca Cola steypafinaluni hjá monnum.

 

Sjúrður heldur, at Neistin byrjaði bragdliga, og løgdu út, sum eitt ódnarveður í fyrra hálvleiki, men hann staðfestir, at øðrvísi var í seinna hálvleiki, tá orkan gekk undan, og tap var í hondum. Og tá so Tóraldur í H71 málinum tók tað mesta gjørdist tað ov møtimikið hjá neistamonnum.

 

- Teir vóru tað betri liðið í dag, staðfestir Sjúrður.