Sjúrður og Teis taptu á heimavølli

Tønder hevur nú tapt tveir dystir á rað

Aftaná góðu byrjanina uppá kappingina eru Sjúrður Olsen, Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Tønder fyribils steðgaðir upp við tveimum teprum tapum á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld tapti Tønder á heimavølli fyri Grindsted. Máltalvan vísti 32-30 til útiliðið, men staðfestast má, at Tønder spældi ein fínan seinna hálvleik.

 

Í steðginum var Grindsted á odda heili 20-11. Tá 44 minuttir vóru farnir var Grindsted á odda 23-11, men so framdi Tønder ein rimman endaspurt. Tá tríggir minuttir vóru eftir var Grindsted á odda 32-27, og seinastu løtuna minkaði Tønder til 32-30, men so var tíðin farin. 

 

Sjúrður Olsen og Teis Horn Rasmussen skutu tvey mál í part fyri Tønder í kvøld.

 

Tønder hevur fimm stig fyri fimm dystir, og liggur á einum sætta plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð millum liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax og Tønder.