Sjúrður fekk hassj í postinum

Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale fekk í dag eitt heldur óvanligt bræv á Christiansborg. Hetta skrivar hann á síni facebook síðu.

Sjúrður fekk nevniliga hassj við postinum.

Mynd er av eini joint, sum fólkatingsmaðurin - og stórskemtarin - Sjúrður Skaale sigur seg hava fingið frá "hampafólki" í Danmark.

Í viðmerkingum á facebook til myndina og frágreiðingina um hesa joint til føroyska fólkatingslimin verður ymiskt  skemtiligt havt á lofti, og ikki frættist so nógv ítøkiligt um, hvaðani sendingin kann hugsast at koma, ella hvat víðari hendir við hesum.

Tó er onkur skemtiligur viðmerkjari sum væntar, at orðaskiftið á fólkatingi nú fær annan, og kanska lættari,  dám.