Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar býráð hevur misskilt okkurt, tá henn tekur sjónarmið míni um leiklutin hjá vinnunevndini í ætlaðu bryggjukanningunum í kommununi sum persónligar atfinningar at sær.
Hetta snýr seg ikki um persónin Sjúrð Olsen, men um formannin í vinnunevndini, sum hevur eitt ábyrgdarfult formansstarv at røkja mótvegis kommununi og borgarunum í einum stórmáli, sum er komið soleiðis fyri, at nógvir borgarar hveppa seg við og mæla til at kanna aðrar møguleikar.
Tað er óhoyrt at bjóða til borgarafund og samstundis boða frá, at fólkið fær onga ávirkan, sama hvat tey hava upp á hjarta, og tað er eisini óhoyrt, at fremsti ábyrgdarin í málinum longu áðrenn farið er undir fleiri kanningar, sigur alment, at úrslitið verður, at aðrar ætlanir enn tann, sum liggur frammi, bera ikki til.
Tí sigi eg, at formaðurin hevur spælt nevndina út úr leikinum. Ein nevnd í slíkari støðu er ikki nóg trúverdug til at standa fyri at kanna alternativar loysnir, tá hon longu hevur tikið støðu til, at onki alternativ er.
Um so er, at nøkur kanning yvirhøvur kemur í lag, er tað kanska heldur ikki nóg gott bara at lata teir somu ráðgevararnar standa við endan, sum Tórshavnar havn longu hevur goldið fyri at framleiða tað, sum fyriliggur. Óheftir mugu eisini uppí.
Alternativini mugu kannast og metast við opnum sinni, og tí er ikki annað enn rímiligt, at onnur enn tey, sum hava roknað út og teknað hendan eina møguleikan, standa fyri.
Sum tað ljóðar hevur vinnunevndin valt einans at fara at kanna viðurskiftini á Gulanum, ið er ein av fleiri møguleikum, ið eru nevndir sum alternativ til Skansaboðarnar.
Fari at nýta høvi til at minna formannin á, at Tjóðveldi í Tórshavnar býráð hevur lagt fram uppskot um at kanna møguleikarnar fyri at gera góðshavnina á Sundi. Við varð eisini lagt eitt skitsuuppskot til sjálvar bryggjurnar. Vit løgdu hetta fram, tí vit ivaðust í loysnini, sum samtykt er.
Hetta varð blankt avvíst av býráðsmeirilitanum uttan aðrar grundgevingar, enn gamlar metingar frá onkrum heilt øðrum projekti. Nú ganga vit út frá sum givið, at okkara uppskot fær viðgerð sum eitt seriøst alternativ eins og aðrar staðsetingar, sum nevndar eru.
Formaðurin roynir at fáa tað at ljóða sum, at øll alternativ longu eru gjølla kannað. Tað loyvi eg mær at ivast í, tí tað, sum varð lagt fram um Sund og Kollafjørð á borgarafundinum herfyri, bar týðilig tekin um at vera reint vinstrahondsarbeiði, sum tóktist vera gjørt til at tøla fólk við.
Vit ivast framvegis í staðsetingini frammanfyri býarins varðtekni og fornminni Skansanum. Og tað er ið hvussu so er at bjóða bæði nattúruni og umhvørvinum av á fleiri hermótum at leggja eina nýggja bingjubryggju út í streymasjógvin í Nólsoyarfirði og brimið Yviri við Strond.