Sjúrður eigur mest lisnu røðu í Danmark í ár

Danski felagsskapurin Danske Taler hevur kunngjørt tríggjar tær mest lisnu røðurnar í ár

Og ovast er røðan hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum hann helt til endaorðaskifti á Fólkatingi í maimánaði klokkan hálvgum eitt um náttina.

 

Danske Taler savnar røður og hevur eina online heimasíðu um røður og um røðumentan.

 

– Hvørt ár gera vit upp, og her almannakunngera vit listan við teimum trimum mest lisnu røðunum, hildnar í árinum sum fór.

 

Tríggjar røður og tríggjar sterkar dagsskráir.

 

Felags fyri tær tríggjar røðurnar er nýtslan av sterkum kenslum og livandi máli til at lýsa tríggjar dagsskráir, sum fyltu almenna prátið seinasta árið: tilflytarakjakið, kríggið í Ísrael og okkara stressandi arbeiðsmenning.

 

Her eru tær tríggjar mest lisnu røðurnar í ár:

 

1. Sjúrður Skaales tale ved Folketingets afslutningsdebat 

 

##med2##

 

Seinasti røðarin í endaorðaskiftinum var føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, sum fór á pallin í mai kl. 00.27 við einari kraftmiklari røðu, sum konfronteraði tað kompleksa, viðkvæma og ofta harðliga polariseraða kjakinum um Ísrael-Palestina-stríðið. Røðan fekk í november heiðurin »Ársins danska røða«. Sambært serfrøðingadómsnevndini skilti røðan seg “retoriskt gjøgnum sítt kraftmikla mál, men eisini gjøgnum engageraða og hugtakandi mátan hjá Sjúrði Skaale at halda røðuna.«

 

Við næstan 10.000 vitjanum uppá eitt gott hálvt ár. Tað er nógv tann mest lisna røðan í ár.

 

2. Frederik Vads tale i Folketinget om udlændingestramninger 

 

Næstmest lisna røðan var eisini úr Fólkatinginum. Ungi javnaðarmaðurin Frederik Vad helt eina stutta, effektiva og polemiska røðu, sum setti kjakið um útlendingar upp í nýtt gear. Gjøgnum kensluborin orð sum herskerattitue, klaner og bander setti hann gongd á eina villa og ógvusliga almenna smørðu, sum nógv kendu seg stoytt av og enn fleiri tóku frástøðu frá. Talan vísti í serflokki, at talusjangran kann verða ein valdsfakturur, sum kann seta dagsskránna.

 

3. Maj My Humaidans nytårstale holdt i DR’s Deadline 

 

Work-life-balance, persónlig heilsa, famila og friður hava størri týdning enn pengar og yrkisleið. Við hesum sjónarmiði leyp Maj My Humaidan á stjórina og Kaare Dybvad við at tosa um eina arbeiðsmentan, sum ikki gagnar menniskjanum. Við róligari lýsing av staraflokkum og falnum súreplum var røðan eitt øðrvísi róligt innspark í kjakið um arbeiðslív og ideali hjá dønum, skrivar 'Danske Taler' í tíðindaskrivi.