Frystitrolarin Sjúrðaberg fór til fiskiskap í gjárkvøldið um níggjutíðina, við kós eystureftir, men tá klaksvíkingar komu upp í morgun, lá trolarin aftur við bryggju í Klaksvík.
In.fo fekk eina stutta viðmerking frá Jógvani Hansen, sølu- og rakstrarleiðara hjá JFK. Jógvan Hansen sigur, at trupulleikar vóru við einum telduforriti, og at trolarin tí vendi aftur til lands. Væntandi fer Sjúrðaberg avstað aftur seinni í dag, sigur hann.