Nú politiska skipanin í Føroyum er farin at viðgera trupulleikan við at stórt sæð allir útlærdir handverkarir eru uttanlanda og arbeiða haldi eg at neyðugt er at gera vart við at hetta ikki er einasta vinnan, sum er rakt.
Eitt økt tal av sjúkrarøktarfrøðingum arbeiðir uttanlanda. Hetta eru ikki fólk, sum gjarna vilja arbeiða langt heimani frá. Tað er tíðanverri neyðugt at brúka eina part av tíðini við at vinna pening uttanlanda fyri at kunna uppihalda sær í Føroyum.
Tey fólkini sum fara av landinum fyri at arbeiða og hava bindingar til Føroyar antin gjøgnum børn/familjur ella hús koma vónandi heim aftur. Tað er tó eisini ein partur sum er leysur tá fari verður av landinum, og vandin er tí stórur fyri at tey ikki finna heima aftur.
Ungar stakar føroyskar kvinnur við góðari útbúgving. Hetta er góð útflutningsvøra.Okkara grannalond standa við opnum ørmun og taka ímót teimum, meðan tann føroyska politiska skipanin ikki hevur lagt til merkis at tær flyta. Ein kann bara undrast yvir støðuna.
Sjálvt um ávísir politikkarir byrjaðu kjakið við at halda, at støðan við at føringar arbeiða uttanlanda var eitt dreyma senarie, so sær út til at onkur politikkari er vaknaður og hevur sæð hvussu álvarsom støðan er. Talan er beinleiðis um at seta á stovn almenn lærupláss til handverkarar fyri at hjálpa uppá støðuna.
Tíverri er hetta eisini ein trupulleiki sum ger seg galdandi hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur yvir fyri fleiri politikkarum víst á, at Føroyar er tað landið sum útbúgvir fægst sjúkrarøktarfrøðingar samstundis sum at vit hava hægsta miðalaldur samanborið við hini norðanlondini. Hetta, sjálvt um vit hava kvalifiseraðar umsøkjarar til úbúgvingina, sum svarar til minst tveir flokkar av sjúkrarøktarfrøðingum á hvørjum árið. Enn hevur frá politiskari síðu ikki verið mett at hetta er eitt øki sum skal prioriterast.
Sjúkrarøktarfrøðingar velja at flyta í onnur lond at arbeiða, tí lønin er nógv hægri, eins og útbúgvingarmøguleikar er høgt prioriteraðir á teirmum respektivu arbeiðsplássunum, fyri at sjúklingar/brúkara kunnu fáa røkt á høgum fakligum støði. Hetta eitt mál, ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tekur í størsta álvara. Samb. kanning, ið er gjørd, eru bara í Danmark áleið 500 føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar í vinnu.
Felagði Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil heita á landsins mynduleikar um at taka hesa støðu í størsta álvara.
Vegna
Fealgið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong, forkvinna