Sjúkrarøktarfrøðingar mangla

Sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur hetta summarið verið eitt sindur undarligt, tí tørvurin á summaravloysarum kring landið hevur verið so stórur.

Tað var tíðliga, at ein fekk frænir av, at deildir á Landssjúkrahúsinum og stovnar fóru at mangla sjúkrarøktarfrøðingar. Arbeiðstilboðini vóru fleiri, og eg kundi sjálvur mestsum velja og vraka, men valdi so Suðuroyar Sjúkrahús.

Visjón 2015


Í 2009 staðfesti ein kanning, at eini 715 nýggj størv innan Nærverkið máttu setast fram til 2015. Av teimum skuldu 105 vera sjúkrarøktafrøðingar. Men veruleikin er so ein annar, og bæði Nærverkið og heilsuverkið hava verið merkt av afturhaldi og sparingum. Heilsustarvsfólk hava verið noydd at renna skjótari. Tíðum hava starvsfólk eisini kært sína neyð alment. Tíverri uttan nakað serligt úrslit.

Og í summar sóu vit eitt úrslit av, at kanningin frá 2009 ikki er tikin í álvara.

B7 mátti leggja saman við B6, tí tað vóru ikki nokk av summaravloysarum at manna vaktirnar. Tað gongur útyvir bæði sjúklingar og sjúkrarøktafrøðingar.  

 

Høgur miðalaldur


Men ein onnur avleiðing av trupulleikanum er eisini vorðin meira sjónlig. Óluva í Gong, forkvinnan fyri sjúkrarøktarfrøðingar, hevur víst á høga miðalaldurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Tað verða ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar útbúnir, sum kunnu taka við eftir teir, ið fara frá fyri aldur. Og støðugt fleiri fara til Noregs at arbeiða, tí har er meiri peningur at heinta.

 

Sjúkrarøktafrøðisútbúgvingin


Árliga verða 22 lesandi tikin inn til sjúkrarøktarfrøðisútbúgvingina. Men talið av teimum, sum ynskja at lesa til sjúkrarøktarfrøðing, er nógv størri. Síðani 2010 hava tað á hvørjum ári verið millum 60-80 umsóknir. Hetta merkir so sjálvandi, at eini 40 fólk árliga ikki sleppa inn.

Og við kanningini frá 2009 í huga, hevði tað sjálvandi verið betri at tikið fleiri lesandi inn. Tí grundarlag er fyri at hava 44 lesandi.

Tað má sjálvandi gerast í samráð við starvsvenjingarstøðini, sjúkrahúsini, ellisheim o.s.fr. Ein loysn kundi verið at tikið 22 lesandi inn tvær ferðir um árið. Annar møguleiki er at bjóða lesandi at fara til Danmarkar í starvsvenjing, tí sum er, eru tað longu fleiri, ið gera tað við stuðli frá Studna.

Verði eg valdur á Løgting, vil eg virka fyri, at hetta kann gerast fyri sjúkrarøktarfrøðisútbúgvingina.

Við verandi gongd fara vit at mangla sjúkrarøktarfrøðingar. Spurningurin er, hvat vit velja at gera við tað.

 

Teitur Vágadal, 
Løgtingvalsevni fyri Javnaðarflokkin