– Síðan mánadagin hava vit verið í verkfalli á øllum seingjardeildum í Havn, Klaksvík og á Tvøroyri. Hetta verkfall var eitt neyðugt stig, eftir at Fíggjarmálaráðið seinasta hálva árið hevði noktað at flutt seg ein tumma í samráðingunum, skrivar felagið á heimasíðuni.
– Tey hava støðugt hildið fast í einum karmi, ið tey høvdu avgjørt frammanundan. Einum karmi, sum gevur okkara limum eina rættiliga stóra lækkan í reallønini, og sker burtur av tí vøkstri, ið vit hava vunnið okkum gjøgnum tvey drúgv verkføll.
– Vit kunnu nú, eftir eina arbeiðsviku í verkfalli, staðfesta, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur flutt seg nærri samráðingarborðinum.
– Vit hava, sum áður sagt, møguleika at vera í verkfalli í langa tíð. Men vit hava ongan áhuga í at draga verkfallið út, ella lata tað ganga útyvir fleiri fólk enn neyðugt. Tí er herðanin ein roynd at fáa Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið, og hesaferð at samráðast, heldur enn áhaldandi at diktera sama karm, ið tey hava gjørt síðan apríl, skrivar felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.