Sjúkrarøktarfrøðingar gjørt sáttmála

Vandin fyri verkfalli er av, tí sáttmáli er í kvøld undirskrivaður millum Fíggjarmálaráðið og Sjúkrarøktarfrøðingar.

Fyrr í kvøld skrivaði felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið undir sáttmála.

 

Hetta er eftir drúgvar og truplar samráðingar.

 

Óluva í Gong, forkvina í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at, tey eru eftir umstøðunum nøgd.

 

- Men hetta var trupult at koma fram til, leggur hon afturat.

 

Um sjálva semjuna sigur hon, nú so stutt eftir undirskrivingina av sáttmálanum, at eitt sindur trupult er at greina semjuna, tí ein skal helst kenna sáttmálan fyri at skilja smálutirnar.

 

- Tað hevur nakað við innplasering at gera, sigur forkvinnan.

 

Sum skilst, so snýr partur hesum seg um teir sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava fingið prógv innan bachelorútbúgvingin kom.

 

Uttan at fara í smálutir, so sigur Óluva í Gong, at felagið hevur fingið somu karmar, sum onnur hava fingið.

 

- Tá tú spyr, um vit eru nøgd, so haldi eg, at vit eru eftir umstøðunum nøgd, Hetta er óivað ein semja, sum báðir partar kunnu liva við, sigur hon.

 

- Vit hava ongantíð lýst verkfall. Partarnir fóru í felag til semingstovnin og fingu semingsmenninar uppí leikin. Og tíbetur eydnaðist at finna eina semju, tí vit eru greið yvir ta truplu støðu, sum vit seta Føroya fólk í, um vit fara í verkfall, sigur Óluva í Gong í stuttari viðmerking eftir sáttmálaundirskrivingina fyrr í kvøld.