- Sjúkrarøktarfrøði er eisini eitt fak fyri mannfólk

Søren Martin Johannesen lesur sjúkrarøktarfrøði og hevur verið í starvsvenjing í Klaksvík

Søren Martin Johannesen lesur sjúkrarøktarfrøði, og hann hevur eini boð til aðrar menn: Søkið lestrarpláss, tí so fáa tit fakligar og persónligar avbjóðingar og eina ørgrynnu av arbeiðsmøguleikum innan- sum uttanlands

 

Hann lesur sjúkrarøktarfrøði á UC Syd í Esbjerg, og tá starvsvenjingin stóð fyri durum, valdi hann at søkja sær starvsvenjingarpláss í Klaksvík. Hann hevur ættarbond higar og hevur, síðani hann sum smádrongur flutti til Danmarkar, verið og ferðast her.

 

Hetta skrivar setur.fo, har longri samrøða eisini við Søren Martin Johannesen.

 

- Tað er spennandi at vera maður í einum kvinnudomineraðum faki. Fyri meg persónliga hevur tað týdning, at eg kann vera við til at bøta um margfeldið á útbúgvingini. Eg haldi, at tað er umráðandi, at størri kynsjavni er á ymsu fakøkjunum, tí eg eri sannførdur um, at útslitið verður betri, um arbeiðsfjøldin er meira blandað.

 

- Eg havi eisini í míni lestrartíð merkt, at nógv verður lagt fyri at halda monnunum til lesturin á sjúkrarøktarfrøði, og samstundis veksur tilvitið um tann kynsbýtta arbeiðsmarknaðin, har roynt verður at basa fordómum og eisini munum millum kynini.

 

Soleiðis sigur hann m.a. í samrøðui.

 

Søren Martin Johannesen lesur sjúkrarøktarfrøði og hevur verið í starvsvenjing í Klaksvík