Hósdagin komandi fer Landssjúkrahúsið at seta sjóneykuna á sjúkrahúsmat og føðslutrot hjá sjúklingum. Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum verður sagt, at øll eru vælkomin klokkan 18.30 hendan dagin, har tey fara at greiða frá, hvussu arbeitt verður við betri mati til sjúklingar.
Køkurin og Medisinski depilin hava síðan í fjør granskað í týdninginum av góðum mati til innlagdar sjúklingar á B6. Køkurin hevur arbeitt við at gera matin meira proteinríkan og innbjóðandi, so hann gagnast sjúklingum betri.
LS fær vitjan av Michael Allerup Nielsen, køksleiðara á Herlev Hospital, sum fer at greiða frá matinum til sjúklingar á Herlev og átakinum Herlevs Herligheder - ein verkætlan, sum hevur givið sjúklingum betri matarlyst.









