Játtanin til sjúkrahúsini í Føroyum skal hækkast munandi.
Tað lovaðu allir teir politsku flokkarnir á veljarafundi á Landssjúkrahúsinum hósdagin.
Á veljarafundinum varð nógv kjak um fíggjarligu karmarnar hjá sjúkrahúsunum og í hesum sambandi vóru allir flokkar samdir um, at tað er neyðugt at hækka játtanina- og at tað má gerast nú.
Mest ítøkilig var Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, tí hon vísti á, at skulu vit hava okkara sjúkrahúsverk upp á sama stig sum tað norska, skal játtanin hækkast 500 milliónir krónur.
Tað heldur hon kortini er veruleikafjart, í hvussu so er í einum høggi. Men hon sigur, at eitt tað fyrsta, samgongan, sum verður skipað eftir valið, má gera, er at finna eina politiska semju, helst ímillum allar flokkar, um, at játtanin til sjúkrahúsverkið skal hækkast – og talan má vera um eina trivaliga hækking.
Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum staðfestir, at hesi næstu fýra árini skulu tilsamans 30 milliónir setast av til serlig endamál, so at tað altíð er tøkur peningur til at seta ávísar verkætlanir og átøk, sum serfrøðin mælir til.
Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum sigur, at vit skulu hava eina sálafrøðiliga skaðastovu, og annars viðgerðartrygd.
Flokkarnir eru eisini samdir um, at arbeiðið, sum sjøtul er settur á at gera eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, skal gerast liðugt. Og tá ið tað er liðugt, skal tað setast í verk og har skulu tað vera faklig atlit sum gera av, hvørjar viðgerðir skulu vera hvar.
Les eisini: Sjúkrahúsini skulu leggjat undir eina leiðslu
Kortini heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, at úrslitið má fáa politiska undirtøku, tí tað er løgtingið, sum skal seta tað í verk.
Annars staðfestir hann, at játtanin til heilsuverkið hevur verið og lág, men samgongan hevur hvørki verið til at høgga ella at stinga í.
Johnny í Grótinum, nýsettur stjóri á Landssjúkrahúsinum skar alt út í papp, og hann upplýsti fyri politikarunum, at verður gongdin tann sama í Føroyum, sum hon er í Danmark, fara útreiðslurnar til heilsuverkið í Føroyum at økjast 55-60 milliónir um árið – bara fyri at halda tørn av tí at vit liva longri og longri.
- So hóast politikarar lova at hækka játtanina 50 milliónir krónur, røkkur tað ikki til nakra menning, staðfestir hann.