Sjúkrahúsið verður ikki seinkað

Jenis av Rana, Miðflokkurin, vildi hava at vita um byggingin av Landssjúkrahúsinum er útsett. Hann segði, at um so er,  at hetta verður so, so verður verri at basa trupulleikan við bakterium, sum ikki kunnu basast.

Løgmaður segði, at byggingin er seinkað eitt sindur, men at tað neyvanf er at gera, at sjúkrahúsið  verður seinni liðugt.