Sjúkrahús ikki góðkent til sergreinar

Suðuroyar Sjúkrahús bjóðar serviðgerð í hjartasjúkum og serskurðviðgerð í urologiskum sjúkum, men sergreinarnar eru ongantíð góðkendar av landsstýrismanninum. – Eg má kanna málið, sigur Karsten Hansen

Suðuroyar Sjúkrahús bjóðar serviðgerð í hjartasjúkum og serskurðviðgerð í urologiskum sjúkum, men sergreinarnar eru ongantíð góðkendar av landsstýrismanninum.

 

Bæði tann almen-kirurgiski og tann medisinski yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru serlæknar. Tann fyrri, Jóhan Petur Davidsen, er urologur, landgagnafrøðingur, og hin seinni, Hans Petur Nielsen, er kardiologur, hjartalækni. Og báðir virka eisini sum serlæknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi innan hesar sergreinar.

 

Men sergreinarnar eru ongantíð góðkendar av landsstýrismanninum í heilsumálum, sum sjúkrahúslógin annars ásetir. Í grein 2, stk. 3 stendur: “Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.”

 

Spurdur, um hann heldur ta støðuna vera nøktandi, sigur Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri.

- Tað mást tú spyrja landsstýrismannin um.

Men eftir øllum at døma er tað púra nýtt fyri Karsten Hansen, at sergreinarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi ongantíð eru góðkendar.

- Báðir vóru byrjaðir har, áðrenn eg bleiv landsstýrismaður, og eg eri ikki vorðin varugur við, at nøkur góðkenning møguliga vantar. Nú fari eg at kanna hesi viðurskiftini, tí sjálvandi skal tað formliga vera í lagi og virksemið á sjúkrahúsunum fylgja lógini, sigur Karsten Hansen.

 

Les eisini:

 

Tummas í Garði: Trygdin í vanda

 

Í Sosialinum í gjár var stórt tema um sjúkrahúsini. Les millum annað samrøður við Tummas í Garði, Jákup Petersen, Hera Ellingsgaard, Ronnie Midjord og Karsten Hansen.