Sjúkrabilur í ferðsluóhappi

Ein sjúkrabilur rendi upp í ein lastbil við Norðskálatunnilin

Óvanliga vánalig koyrilíkindi henda seinnapartin hava havt við sær, at fleiri ferðsluóhapp hava verið.

 

Tíðliga seinnapartin rendi ein sjúkrabilur upp í ein lastbil á vegnum ímóti Norðskálatunnlinum á veg til Havnar.

 

Tískil varð neyðugt at fáa ein annan sjúkrabil at koma eftir sjúklinginum, sum skuldi til Havnar.

 

Eina løtu var tunnilin stongdur fyri ferðslu, soleiðis at lastbilurin bleiv fluttur av vegnum.

 

Landsverk mælir fólki frá at fara út at koyra bil, uttan so at talan er um átroðkandi ørindi.