Sjúklingar skulu hava betri rættindi

Serliga verður hugsað um sjúklingur, har tvingsil kann verða brúkt ímóti sjúklinginum

Nú skulu sjúklingar, sum eru innlagdir á Psykatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, hava betri treytir. Tað er endamálið við einum uppskoti um eina nýggja psykatrilóg, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú ætlar at leggja fyri Løgtingið.

 

Endamálið við uppskotinum er at bøta um rættindini hjá sjúklingum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, og har tvingsil kann verða nýtt móti sjúklingunum í sambandi við viðgerðina. Lógin er broytt í Danmark, og nú verður hon eisini broytt í føroyum so at tær samsvara.

 

Í hesum sambandi verða nýggju reglurnar, at tá ið ein sjúklingur er tvingsilsfestur við beltum, skal fyrsta læknaliga metingin av støðuni verða í seinasta lagi fýra tímar eftir, at sjúklingurin er spentur fastur. Og vaktirnar hjá hesum sjúklingunum skulu eisini skriva notat.

 

Men treytirnar fyri at hava eftirlit við posti, umframt reglurnar fyri kropskanningum, og at kanna ognir, verða eisini broyttar. Sostatt kann yvirlæknin gera av, at kanna ognir, og annað hjá sjúklingum, tá ið illgruni er um, at vandamiklir lutir, rúsevni ella heilivágur, verða smuglað inn á depilin.

 

Sum nú er, skal ein »grundaður illgruni« verða um, at smugling fer fram, men hereftir verður tað nokk við einum illgruna. Hetta er tí at í sambandi við viðgerðina hjá sjúklingunum, og trygdina hjá sjúklingunum og starvsfólkinum, eiga yvirlæknar at fáa betri møguleika at avmarka, at rúsevni og annað, verða smuglað inn á depilin.

 

Narkohundar kunnu nýtast á uttanduraøkjunum á deplinum, um illgruni er um, at vandamiklir lutir, rúsevni ella heilivágur, verður smuglað inn á depilin.  Harafturat verður skipanin við kravdari framhaldsviðgerð eftir at sjúklingurin er útskrivaður, sett úr gildið.

 

Nýggj krøv verða sett til skilhaldsreglur á deplinum og eitt krav verður, at skrivligar skilhaldsreglur eru atkomuligar fyri sjúklingarnar. Landsstýriskvinnan metir, at hesar nýggju treytirnar fara at kosta landskassanum 140.000 krónur um árið.