Sjúklingar fáa ymisk boð frá ymsum læknum

Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal nú svara upp á hvussu er vorðið við serlæknum í Føroyum

Er nakar møguleiki fyri at fáa støðugari læknaviðger í Føroyum. Tað er spurningurin, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum nú skal greiða frá.

 

Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum vil hava greiði á málinum og í hesum sambandi vil hann hava at vita, hvussu nógv serlæknastørv verða røkt av læknum, sum búgva í Føroyum. Og hann vil eisini hava at vita um ætlanin at gera nakað fyri at fáa fleiri læknar at flyta til Føroya. Hann vil somuleiis hava at vita um tað ber til at fáa eina skipan, sum tryggjar, at útskiftingum av  útlendskum serlæknum er so lítil sum gjørligt?

 

Jóhannis Joensen heldur, at tann stóri trupulleikin hjá psoriasis-sjúklingum, og sjúklingum við øðrum varandi sjúkum, er, at tað eru skiftandi serlæknar, sum hava viðtalurnar á sjúkrahúsunum. Og hann sigur, at hesir læknarnir viðgera ymiskt og mæla til ymiskar viðgerðir.

 

 – Á summum serlæknaøkjum eru læknar bara í Føroyum í eitt stutt tíðarskeið, og tá ið sjúklingurin so skal til viðtalu aftur, er tað ein annar lækni.

 

Hesir læknar, sum koma til Føroya í styttri tíðarbil, hava tann trupulleika, at teir kenna ikki sjúklingarnar og teirra sjúkragongd, hóast journalir eru tøkar. Hinvegin hevur tað stóran týdning, at læknin kennir sjúkragongdina og sjúklingin væl, tí neyðugt er við javnari sjúkraviðgerð alt árið, sigur løgtingsmaðurin.