Sjúka í AB miðverjuni

Morten Overgaard er skaddur, Jógvan Isaksen er sjúkur, og harvið er neyðugt at gera fleiri broytingar

AB er á veg norður í Sarpugerði, har fyrsta bríkslið ímóti Víkingi verður klokkan 16.

Undan fráferðini av Argjum var greitt, at annar av miðverjunum, Morten Overgaard, ikki er tøkur, tí hann er skaddur. Ætlanin var, at tveir av nýggju monnunum, Jógvan Isaksen, sum er komin úr KÍ, og Søren N. Samuelsen, sum er komin úr HB, har hann hevur spælt á næstbesta liðnum, skuldu manna miðverjuna.

Nú er hetta broytt. Tað kemst av, at Jógvan Isaksen er vorðin sjúkur, og tískil er hann ikki førur fyri at spæla. Harvið verður neyðugt at flyta Sorin Anghel aftur í miðverjuna. Í staðin verður Hørður Mohr á miðvøllinum saman við Jobin Drangastein og Bárði Olsen.

Jóan Símun Edmundsson verður fyri fyrstu ferð í framstu AB ódnini. Nýggjur í vinstru er Cristian í Garði, og í hinum borðinum verður Jógvan Skeel Nolsøe, sum er komin úr HB.