Sjúka hevur argað Gunnar

(Ljóðsamrøða) Gunnar Nielsen hevur verið darvaður av sjúku í fyrireikingunum

Gunnar Nielsen hevði fyrr í vikuni trupulleikar av sjúku, men vandi við fullari ferð í gjár.

 

Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg var ikki heilt væl fyri týsdagin og lá í songini fyri tað mesta, men havi vant síðani. Tað skal nógv til, áðrenn eg ikki spæli, sigur Gunnar Nielsen, sum vónar at okkara menn eru til reiðar at takla trýsti, sum norðurírar kunnu koma við.

 

 

Les eisini: Sonni Ragnar greiðir frá síni støðu

 

- Nógv minnast heimadystin í 2010, tá vit spældu 1-1, men frískastu minnini eru frá seinast í Belfast. Tá løgdu teir eitt stórt trýst á okkum frá byrjan. Vónandi klára vit hesa ferð at leggja eitt trýst á teir aftur, sigur Gunnar Nielsen, ið ikki ræðist trýsti, sum fylgir við at vinna tvær ferðir á Grikkalandi.

 

Les eisini: Norðurírski landsliðsvenjarin vil ikki hoyra talan um umberingar

 

- Ein og hvør veit hvat útgangsstøði hjá okkum er. Tað eg haldi at sigararnir gera, er at vit trúgva upp á tað. Tað skal oftani nógv til, at fáa heilan at trúgva upp á, at vit kunnu vinna. Tað hava vit klárað nú, sigur føroyski landsliðsmálverjin, ið ikki er bangin fyri útskiftingini í verjuni.

 

Les eisini: Gilli Sørensen klárur aftur

 

- Tað er ikki optimalt, at tað eru stórar broytingar, men vit hava í seinastuni prógvað at teir, sum koma inn, gera tað minst líka gott, sigur Gunnar, sum í ár skifti til íslendska meistaraliðið, Stjarnan. Har hevur tó ikki gingið so væl hjá liðnum.

 

- Tað hevur ikki verið eitt gott kappingarár hjá okkum. Eg spæli fullatíð, men tá tað gongur illa, so kann eg ikki brúka tað til so nógv. Annars eri eg væl fyri, sigur Gunnar Nielsen, ið ætlar sær í minsta lagi eitt stig.

 

- Vit byrja við einum stigi. Tað má verða tað minsta vit stand eftir við, um vit skulu verða nøgdir, sigur Gunnar Nielsen at enda.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Norðurírland verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45. In.fo og Rás2(Flutt á KissFM) siga beinleiðis frá dystinum.