Jógvan Telling er kendur úr tónleikinum, men álvarsliga sjúkan, honum var fyri tíðliga í nýtiárunum, tók førleikan frá honum at spæla á ljóðføri.
Millum avleiðingarnar av sjúkuni gjørdist hann lamin í høgra armi og høgru hond.
Men, Jógvan vildi ikki gevast á hendur, tó at høgri armur og hond ikki longur vildu tað, sum hann vildi. Hann fór at mála við akryl-og oljumáling, og fyri 2-3 árum síðan hevði hann sína fyrstu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Fríggjadagin 1. november letur hann upp nýggja framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við umleið 30-40 forvitnisligum og litríkum málningum.
Framsýningin verður opin í eina viku - ella fram til og við 7. november, tá latið verður aftur.
Jógvan Telling sigur, at fríggjadagin klokkan 17 verður fernisering, og tá fer Hans Olivur Højgaard Joensen at spæla løg, sum Jógvan sjálvur hevur smíðað.
- Tá framsýningin letur upp, fari eg eisini at bjóða okkurt leskandi, sigur Jógvan Telling við in.fo seinnapartin í dag.