Sjúk av at eta dadlur

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú um eitt slag av frukt og eitt slag av grønmeti, sum er selt í Føroyum

Aftur nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan matvørur sum hava verið at fáa til keyps í Føroyum.

Hesa ferð er talan um eitt slag av frukt og eitt slag av grønmeti.

 

Í fyrra lagi er talan um Frískar dadlur av merkinum Fontana, har 600 gramm eru í eskjuni.

 EAN: 7316150271003.

Orsøk er, at sjúkuelvandi colibakteriur av slagnum E.coli VTEC, er staðfest í einum sýni av dadlunum og tí eru fær ikki egnaðar til mannaføði.

Hesar colibakteriur kunnu elva til sjúku. Sjúkuteknini eru leyst lív og í nøkrum førum kann blóð vera í.

Í nøkrum førum kunnu hesar bakteriur elva til álvarsligan heilsuskaða, eitt nú hæmolytisk uræmisk syndrom, HUS, sum er at nýruni ganga fyri.



Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tí fólki til at koyra vøruna burtur, ella at lata inn aftur til handilin, haðani hon er keypt.



 

Tað er eisini galið við "Sukkerærter".
Lot.kode : I-code 463.
EAN-kode: 4050373803209".



Tað, sum er galið við teimum, er, at tað er meiri av plantueiturinum, iprovalicarb, í teimum, enn loyvt er og tí eru tær ikki egnaðar til matna

Eisini hesar ertrarnar eiga fólk at beina burtur, ella at lata inn aftur í handilin haðani tær eru keyptar.