Sjóvinnustýrið hevur seinnapartin í dag sent út tíðindaskriv til síni viðskiftafólk, har heitt verður á tey, um at kunna seg um hvussu berast skal at, um onkur umborð hevur ebola-sjúkueyðkenni.
Les eisini Ebola kemur ikki til Føroya
Tað er altjóða felagsskapurin IMO (international Maritime Organization), ið hevur sent eitt rundskriv út, har teir royna at ráðgeva um, hvussu farast skal fram, hvat herviligu ebolusjúkuni viðvíkur.
- Vit heita á reiðarar og skiparar skundisliga at kunna seg um fyribyrgjandi atgerðir, til tess ar verja sjófólkini, ið ferðast í økinum ímóti ebola virussjúkuni, skrivar Sjóvinnustýrið í tíðindaskrivinum.
Hjálagt tíðindaskrivinum er rundskrivið frá IMO, sum eru tilmælingarnar frá alheims heilsufelagsskapinum WHO, um hvørji stig skulu takast, um onkur kann hugsast at vera smittaður av ebola.
Í skrivinum verður víst á, at fólk, rakt av ebolu, einans smitta onnur, eftir at tey hava fingið sjúkueyðkenni. Harnæst verður víst á, at ebola ikki spjaðist luftvegis, tað vil siga, ein kann ikki anda sjúkuna niður í seg. Ebola spjaðist einans gjøgnum beinleiðis samband við blóð, skarn, gøgn ella aðra kropsvætu frá smittaðum fólki ella djórum, livandi ella deyðum.
WHO mælir til, at fólk, ið hava ferðast í raktu økjunum, fyrst og fremst Liberia, Sierra Leone og Guinea, leita sær læknahjálp, so skjótt tey fáa nøkur sjúkueyðkenni, so sum fepur, høvuðpínu, ilt í kroppinum, ringan háls, diaré, spýggju, búkilsku, útslag, reyð eygu ella bløðingar.
Harnæst mælir WHO til, at fólk, ið bera sjúkueyðkenni ikki ferðast. WHO mælir tó ikki til nakað bann móti altjóða ferðing ella handli.










