Danska verjuskipið Triton royndi í síðstu viku at handa manningini umborð á Sea Shepherd skipinum Sam Simon eitt bræv. Í brævinum vóru eini boð frá Sjóvinnustýrinum, har greitt var frá, at sendarin hjá Sam Simon skal verða tendraður, tá siglt verður í føroyskum sjóøki.
In.fo hevur fingið innlit í brævið, har Sjóvinnustýrið vísir á, at sambært føroyskari lóggávu, so skulu skip yvir eina ávísa stødd hava útgerð umborð, ið áhaldandi gevur upplýsingar um hvar skipið er statt. Víst verður eisini á, at føroysk lóggáva er í tráð við altjóða lóggávu.
Víðari gevur Sjóvinnustýrið boð um, at skipið sum skjótast gjørligt skal fylgja galdandi lóggávu á økinum. Um boðini ikki verða fylgd, so hóttir stýrið við, at revsitiltøk verða framd móti skipinum.
Tað eru seks dagar síðani, at HDMS Triton var hjá Sam Simon, men sambært Sea Shepherd Global, so noktaði skiparin umborð á Sam Simon at taka móti brævinum, og boðaði verjuskipinum frá, at hann longu hevði fingið tað gjøgnum teldupost.
Hóast skiparin harvið hevur fingið boðini fyri seks døgum síðani, so er tað sambært heimasíðuni marinetraffic.com, sekstan dagar síðani at sendarin seinast gav boð frá sær. Tá lá tað í Hestfirði.










