Eftir samráðingar millum vinnunevndina og ráðgevar á økinum, er komið fram til, at til ber at leggja sjóhita inn í Sjóvinnuhúsið fyri eina upphædd, sum býráðið vónandi kann góðtaka, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini.
Tórshavnar býráð samtykti tann 14. august 2014 at játta 73,9 miljónir av íløgunum hjá Tórshavnar havn fyri 2014/15 til at umvæla Sjóvinnuhúsið liðugt. Flestu arbeiðstøkusáttmálarnir vórðu undirskrivaðir nakrar dagar seinni.
- Í hesum uppskotinum varð tó ikki sum ætlað mælt til at brúka sjóhita, men heldur fyribils at gera klárt til at kopla til fjarhita, sum kortini skal leggjast oman á sjúkrahúsøkið. Orsøkin var, at kostnaðurin av at leggja sjóhita í húsið fór kanska at liggja um 8 til 9 miljónir.
- Hetta vóru býráðslimir ónøgdir við, tí hetta var ikki upprunaliga ætlanin. Á býráðsfundi 14. august varð tí eitt broytingaruppskot frá borgarstjóranum samtykt, har mælt varð til, at ein endalig orkuloysn varð løgd fyri býráðið aftur í seinasta lagi um tveir mánaðir.
- Síðan hava vit í Vinnunevndini endurskoðað spurningin um fjarhita og/ella sjóhita saman við ráðgevum, sum hava staðið fyri prosjektering av bygninginum og hitaverkinum.
- Nú eru vit vend aftur til upprunaligu ætlanina og eftir drúgva viðgerð er komið fram til, at meirkostnaðurin fyri at brúka sjóhita til upphiting kann haldast undir 4,2 miljónum. Vinnunevndin mælir tí til at hita bygningin við sjóhita og at fíggja útreiðslurnar við møguligum sparingum á prosjektinum.
- Og hetta vóna vit, at býráðið kann taka undir við á býráðsfundinum í kvøld. Um so verður, er nú klárt at leggja sjóhita inn í Sjóvinnuhúsið, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini, í stuttari viðmerking.










