Klokkan 6.30 í morgun, lupu seks mans á sjógv í Stóru Dímun og teir høvdu sett sær eitt stórt mál og tað var at svimja heilt inn á Sandvík.
Teir seks svimjarrnir eru Jón Hestoy, Erling Eidesgaard, Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Oluf Færø og Niels Juul Arge. Teir svimja í drakt, men teir eru ikki í fitjum, so tað verður við egnum mátti og egnari megi, at fjørðurin skal takast. Teir fóru til Stóru Dímun í gjár og hava sovið har í nátt, so teir vóru klárir at loypa út í tíðliga í lýsingini í morgun.
Við sær høvdu teir fylgibátar, so trygdin var í hásæti. Hetta er ein langur teinur, tí í beinari linju er talan um ein tein upp á 10,5 kilometrar. Úr Havnini til Nólsoyar eru fýra kilometrar, so hetta er ein heilt onnur avbjóðing.
Men hóast teinurin er 10,5 kilometrar, er strekkið, teir skulu svimja, væl longri enn tað, tí teir fylgja við sjóvarfallinum. Teir fingu suður við eystfallinum og tá ið teir komu inn ímóti norðurendanum á Suðuroy, verða teir tiknir av norðurrákinum og tað passaði seg soleiðis, at teir komu beint inn á fjørðin.
Teir væntaðu, at tað fór at taka eina tríggjar tímar, ella gott tað, og sær út til at halda. Nú eru teir komnir ein hálvan og teir vænta at taka land í Sigmundsgjógv í Sandvík um ein góðan hálvan, ella klokkan gott tíggju
Hetta er ikki fyrstu ferð, teir royna seg á longum svimjitúrum, tí teir hava áður svomið úr Mykinesi inn á Vágar, út á Flesjarnar, uttan fyri Akraberg, umframt aðrar langar teinar.