Á Traðarbrekku 1 í Havn hevur Sjóndepilin verkstað, vevstovu og handil. Tað er streymneskvinnan, Diana á Horn, sum er dagligur leiðari í Sjóndepilin Verkstaður, sum stovnur í Traðarbrekku verður róptur.
Stovnurin er ein deild undir Sjóndeplinum á Íslandsvegi 10A. Verkstaðurin á Traðarbrekku er vardur verkstaður fyri sera handaligum og dugnaligum blindum, lættari seinmentum, fólki.
Á Íslandsvegnum er eisini vevstova og virkisstova, har blind og sjónveik koma í dagtilhald og virka ymiskar lutir. Fyri at koma undir heitið blindur, er bert 10% og minni eftir av sjónini.
Í snotuliga bygninginum á Traðarbrekku 1 er handil, har ymiskt heimavirkað verður selt fyri sámuligar prísir. Her eru serstakliga vøkur pløgg, vevaði og bundin, og ymiskt er gjørt úr eitt nú horni og timbri, sum verður selt í handlinum.
Handilin selur bæði lutir virkaðir á Traðarbrekku og á Íslandsvegi, og handilin er avgjørt eina vitjan verdur.
Handilin læt upp fyrr í ár og er eitt av mongu tiltøkunum í samband við, at Sjóndepilin er 25 ár.
- Við at lýsa handilin, ynskja vit at gera hann meira sjónligan fyri almenninginum. Tað er eisini stuttligt fyri tey, sum arbeiða á vevstovuni og á træverkstaðnum, tá fólk koma á gátt.
Diana á Horn vísir á, at Sjóndepilin mangan hevur havt jólasølu og framsýningar í miðbýnum áður, og tá verður øll vøran skrødd burtur, sum hon tekur til.
- Vit ynskja at hava ein handil her í Traðarbrekku og í umhvørvinum, har nakrir av borgarunum arbeiða, sigur hon.
Handilin á Traðarbrekku 1 er opin týsdag frá klokkan 13-15 og fríggjadag frá klokkan 10-15. Hetta eru tíðir, sum handilin altíð er opin. Vanliga er handilin eisini opin, tá fólk eru til arbeiðis í vevstovuni og á verkstaðnum.
Í handlinum eru tey flottastu vevaðu pløggini, og teir snøggastu lutirnir evnaðir úr horni.
Her eru eitt nú skjúrtatoy til føroysk klæði, sum eru evnað á vevstovuni á Íslandsvegnum, og her er føroysk turri-og fyrriklæði, vovin viskustykki og vovin og bundin turriklæði av ymiskum slag, ymiskar pútur - og her er tað, tey rópa barna-plaid, sum er umtókt teppi at balla smábørn inn í.
- Her eru eisini smúkkur og hondgjørd kort, sigur Diana á Horn, dagligur leiðari.










