28. desember var føroyski fjøllistamaðurin Øssur Johannesen við í danskari sjónvarpssending, nú er sendingin tøk á netinum.
Trýst á play omanfyri at síggja sendingina, har listamaður tosar um sína list, sína sálarsjúku, og um hví hann valdi at fara úr Føroyum.
Sendingin varð víst á Kanal Hovedstaden, og er tað tað rásin ANTV, ið hevur gjørt sendingina um Øssur.
Øssur er útiseti, og ein sera fjøltáttaður listamaður, við fleiri fløguútgávum við solobassi og yrkingaupplestri aftanfyri seg, eins og hann er myndlistamaður, ið ofta arbeiðir innan fyri tey myrkaru temaðini og átrúna.
Vit sleppa umframt at hoyra Øssur fortelja, at hoyra yrkingar, bassspæl og yrkingar hjá Øssi.
Sendingin vitjar Øssur á framsýning hansara í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.