Sjónligari og meira opin

Býráðið á Tvøroyri ætlar sær komandi tíðina at vitja fyritøkur og stovnar í kommununi.

Tvøroyrar kommuna ætlar sær komandi tíðina at vitja fyritøkur og stovnar í kommununi.

 

- Vit fara at práta við eigarar og starvsfólk fyri á tann hátt at hoyra eitt sindur um, hvussu gongst við virkseminum.

 

Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga, at sitandi býráð hevði, sum eitt av aðalmálunum, at gera kommununa sjónligari og meira opna.

 

- Hetta er ein liður í hesum arbeiði, og vónandi fara fólk at taka væl ímóti átakinum.

 

Lagt verður aftrat, at fyrsta vitjanin, sum er á  skránni, er á havnarlagnum, har fyritøkan Alval nú stendur fyri stórum broytingum.

 

- Býarmyndin, Poul Midjord Dam, flytir av landinum, og í hansara stað kemur ein nýggj býarmynd, Tóki Niclasen, vita tey í Tvøroyrar kommunu at siga.