Sjónleikur um at eldast

Kl. 16 í dag verður danski sjónleikarbólkurin Drakomir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og vísir leik um at eldast.

Kl. 16 í dag verður danski sjónleikarbólkurin Drakomir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og vísir leik um at eldast.

Leikurin “SLUT - Den 3. alder.” er fyrst og fremst ætlaður eldri áskoðarum og snýr sum um at eldast. Men hann er viðkomandi fyri øll.

Í triðja aldrinum kunnu vit gera tað vit vilja, kunnu hugsa tað vit vilja, kunnu droyma um hvat vit hava gjørt og fara at gera. Eisini verða spurningar settir um hvat vit náddu, hvat vit ikki náddu og hvat vit vilja náa - og mangt annað. Her er stuttleiki og alvor - tó alt við einum skeivum smílið. Sjónleikurin er ein góðan tíma til longdar.

Kostnaðurin er einans 50,- og til ber eisini at keypa atgongumerki við dyrnar.

Talan er um ein leik, har 5 danir úr sjónleikarafelagnum Drakomir í Ribe framføra. Øll tey sum upptraðka eru ímillum 65 - 75 ára gomul.http://http://

Les meir um tey her.