Boðið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, upp á nýtt sendifólk í Danmark, er fyrrverandi sjónleikarin Carla Sands.
Tað skrivar tíðindastovan Bloomberg, sum vísir til útsøgn hjá Hvítu Húsunum.
Carla Sands er 55 ára gomul og síðani 2015 hevur hon verið forkvinna íløgufelagnum Vintage Capital Group, LLC. Tað er felag, sum hon stovnaði saman við manni sínum, Fred Sands, sum er útbúgving kiropraktor.