Í skrivi frá Havnar Sjónleikarfelag dagfest 18. mai til Tórshavnar býráð ger felagið greitt, at tað hevur lagt ætlanina um barnagarð í Sjónleikarhúsinum á hillina.
Í skrivinum verður sagt, at tilboðið um at gera barnagarð í Sjónleikarhúsinum varð sent býráðnum og málið varð viðgjørt og einmælt samtykt í sosialunevnd. Sama hendi í fíggjarnevndini, og tá ið málið varð lagt fyri á býráðsfundi tóku allir býráðslimir í prinsippinum undir við hugskotinum.
Fyri at arbeiða skjótt, tí øll vita, hvussu stórur tørvur er á barnaansingarplássum, fekk Havnar Sjónleikarfelag beinanvegin aftan á býráðssamtyktina arkitektin Palla Gregoriussen at gera nágreiniligar tekningar og uppskot um byggiætlanina. Eisini fekk felagið til vega viðmæli og ummæli frá barnagarðsstarvsfólkum, foreldrabólki og øðrum avvarðandi. Mett varð, at um byrjað varð beinanvegin, kundi byggingin verða liðug at taka í brúk í oktober í ár við pláss fyri 45 børnum.
Hetta varð einmælt samtykt í sosialunevnd og í fíggjarnevndini, men tá ið málið kom fyri at býráðsfundi, varð tað heilt óvæntað tikið aftur, og fyriliggur enn ongin niðurstøða í málinum.
Útbyggingarætlan fyri Sjónleikarhúsið er kortini ikki nakað nýtt mál, men við tí støði, sum viðgerðin av barnaansingarplássum er komið á í býráðnum, velur Havnar Sjónleikarfelag at halda fram við uppruna útbyggingarætlanini.
Á hillina
Ætlaði barnagarðurin í Sjónleikarhúsinum er tí lagdur á hillina, men er Tórshavnar býráð sinnað at gera meir við málið, eigur tað næsta útspælið.
Í viðmerking til skrivið, sum er undirskrivað av allari nevndini í felagnum, sigur formaðurin í Havnar Sjónleikarfelag, Heðin Mortensen, at felagið ikki longur kann standa modell til kjakið, sum er íbirt um ætlaða barnagarðin.
? Felagið hevur annað at hugsa um, ikki minst okkara umdømi. Sjónleikarhúsið er ein mentunarstovnur í Havnini, men tað er synd at siga, at kjakið hevur verið serliga mentað. Vit vilja fegin virka fyri eini loysn, men felagið ger ikki meir við málið. Vit kunnu bara staðfesta, at øll tey sum hava funnist at, hava einki at leggja á borðið ístaðin. At tað verður skotið okkum í skógvarnar, at útbyggingin av Sjónleikarhúsinum tænir ikki barnaansingini í Havnini, men bara Sjónleikarhúsinum góðtaka vit als ikki frá býráðslimum. Tað virkar heilt øgugt, at man sum politikari roynir at loysa málið og so fær brigslað, at tað er til egið gagn, sigur Heðin Mortensen, sum klárt vísir aftur, at hann hevur brúkt málið til at gera vart við seg sum persón.
Skrivið varð handað sosialunevnd og býráðsformanninum í gjár.