Men Føroya Banki hevur onki gagn av at eiga hesar búnarnar, og á samkomu í bankanum týsdagin, fekk Havnar Sjónleikarfelag sum gávu frá Føroya Banka.
Havnar Sjónleikarfelag varð valt, tí hetta felag hevur góðar umstøður at varðveita búnarnar og kann so læna ella leiga teir út til onnur sjónleikarfeløg í landinum.
Síðan fyrst í september mánaði hava framsýningar av búnum og myndir frá filminum verið á deildunum hjá Føroya Banka kring landið. Á deildunum verður sagt, at hesar forkunnugu framsýningar hava verið væl vitjaðar. Eisini vóru búnarnir partur av prýðinum í Norðurlandahúsinum, tá ið filmurin Barbara varð frumframførdur, eins og tey í juli mánaði vórðu sýnd fram á framsýningini Hendur & Hugflog.
Tá ið Føroya Banki gjørdi avtalu við Per Holst film um at fíggja búnarnar, varð dentur lagdur á, at búnarnir í størst møguligan mun vórðu gjørdir í Føroyum. hetta varð gjørt fyri at stuðla og menna føroyska heimavirkisvinnu.
Tey føroysku klæðini eru sostatt í høvuðsheitum gjørd í Føroyum og hava tí stóran týdning fyri tey, sum hava verið við til at gera búnarnar, eins og fyri øll, sum hava verið við í filminum.
Tað var eisini við í avtaluni millum Føroya Banka og Per Holst film, at klæðini skuldu verða verandi í Føroyum aftaná framsýningarnar, og at tey skuldu verða til gagns fyri føroyskt mentanarlív.
Tað vónar Føroya Banki, at klæðini fara at gera, nú Havnar Sjónleikarfelag hevur fingið tey í varðveitslu.
Faldari um klæðini
Føroya Banki hevur eisini givið út ein faldara, sum í stuttum greiðir frá filminum og meira gjølliga sigur frá klæðunum ?í filminum og kædnadraktini annars í Føroyum um tað mundið, tá Barbara livdi.
Hesin faldari er bæði í føroyskari og danskari útgávu.