Sjónband: Kaj Leo tvífaldur málskjútti

Kaj Leo í Bartalsstovu skeyt bæði málini, tá ið Levanger FK fekk 2-2-javnleik ímóti Rosenborg í dag.

Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdi av álvara um seg í dag, tá ið hann og liðfelagarnir úr Levanger FK fingu 2-2-javnleik ímóti eykaliðnum hjá Rosenborg.


Rosenborg legði seg á odda í 33. minutti eftir at teir fingu tillutað eitt heldur ivasamt brotsspark, men stutt fyri hálvleik javnaði Kaj Leo til 1-1 somuleiðis við brotssparki.


Seinni hálvleikur var bara sjey minuttir gamal, tá ið Kaj Leo gjørdist tvífaldur málskjútti og legði Levanger FK á odda 2-1. Óheppið fyri teir, so eydnaðist tað Rosenborg at javna til endaliga úrslitið 2-2 við máli frá danska Tobias Mikkelsen.


Levanger FK er í løtuni á triðja plássi í triðbestu norsku deildini, bólki 2. Teir eru fýra stig frá fremsta plássi. 10 dystir eru eftir at leika - tann næsti er ímóti Brumunddal leygardagin.