Borðtennis: Eftir eitt satt vónbrot í fyrsta dysti liðkappingini, har Føroyar í morgun tapti heili 6-1 ímóti Grønlandi, var møguleiki hjá føroysku leguni at fáa uppreisn, tá ið annar dysturin skuldi spælast ímóti Menorca í kvøld.
Spælt verður fyrst upp í fýra dystir, og tað sá eisini lovandi út, tá ið Føroyar vóru á odda 3-1. Óteljandi møguleikar vórðu tó misnýttir og tað endaði við, at Menorca javnaði til 3-3, og at Hallur Thorsteinsson skuldi spæla avgerandi dystin.
Hetta gjørdist ein sannur gysari. Eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í settum, kúgvendi Hallur dystinum og við góðum spæli í einari stúvaðari høll megnaði hann at vinna 3-2. Hýrurin var ótrúligur í høllini, har fleiri føroyingar vóru komnir frá øðrum ítróttargreinum at síggja dramatiska endan á dystinum.
Við søta sigrinum hjá Halli vann Føroyar liðdystin 4-3 og hevur nú vunnið ein dyst og tapt ein. Í morgin eru mótstøðuliðini Guernsey og Hetlandi.
Sjónband frá avgerandi bóltinum sæst omanfyri.









