- Vit leggja dent á eitt nútímans skúlaumhvørvi, har trivnaður og samanhald renna saman í eina náttúrliga eind, sigur Brandur H. í Funningsstovu, deildarleiðari. 

Sjónám hjálpir tær at gera dreymin til veruleika

- Tað er ein partur av identitetinum hjá skúlanum, at næmingarnir fáa góða hjálp. Hetta er ein lítil skúli, har hvør lærari gevur sær stundir til næmingarnar, sigur deildarleiðarin, Brandur H. í Funningsstovu.

 

- Vit leggja dent á eitt nútímans skúlaumhvørvi, har trivnaður og samanhald renna saman í eina náttúrliga eind, sigur Brandur H. í Funningsstovu, deildarleiðari. 

LESTRARBLAÐIÐ í Sosialinum 2022

 

Sjónám í Klaksvík er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin, og Sjónám myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið skúlans undir leiðslu av Tekniska skúla í Klaksvík. 

Skúlin liggur dygst við sjóvarmálan - við frálíkum útsýni yvir vágna. Skúlabygningurin her stóð liðugur og klárur at taka í nýtslu á heysti í 2012.

Úr søguni kann nevnast, at Klaksvíkar Sjómansskúli hevur røtur heilt aftur til oktober í 1947, tá hin fyrsti flokkurin varð tikin inn.

Tað var Fisher Heinesen, sáli, ið byrjaði skúlan, sum var privatur, og tað var ikki fyrr enn í 1975, at skúlin gjørdist almennur. 

Í dag bjóðar Sjónám tvær spennandi maritimar útbúgvingar.

 

Skipari og skipsatstøðari

Tú kanst taka skiparaútbúgving, sum tekur hálvt annað ár, og tú kanst gerast skipsatstøðari við skúlagongd í tilsamans 40 vikur. 

Skipsatstøðari er tað, sum fyrr varð rópt ófaklærdir dekkarar á handilsskipum. Nú er tað altjóða krav, at dekkarar á handilsskipum hava hesa útbúgving, og kravið er eisini galdandi í Føroyum.  

Sjónám hevur áður bjóðað tvey skeið, eitt grundskeið og eitt endaskeið, skipsatstøðara I og II, sum hvørt tóku fimm mánaðir.  

Men, við skúlaársbyrjan í 2020 varð henda útbúgving løgd saman í eitt skeið, og nú koma næmingarnir út eftir 40 vikum sum fulltiknir skipsatstøðarar. 

Eftir nýggju skúlaskipanini taka næmingarnir nú allan skúlapartin í einum og fáa soleiðis prógv sum fulltiknir skipsatstøðarar eftir loknan lestur og kunnu tá fáa vinnubræv sum slíkir eftir 12 mánaða siglingartíð.

Útbúgvingin til fulltiknan skipsatstøðara gevur eisini rætt til niðurskurð í siglingartíð.

Tey flestu, sum taka skiparaútbúgving í Klaksvík, halda fram til skipsførara á Vinnuháskúlanum, og onkur velur at fara til Danmarkar at lesa víðari.  

 

Tú fært góða hjálp 

Hevur tú ein dreym um eina maritima yrkisleið, eru tey á Sjónámi til reiðar at hjálpa tær at gera dreymin til veruleika.

Brandur H. í Funningsstovu, deildarleiðari á Sjónámi, sigur, at næmingarnir trívast ógvuliga væl á skúlanum, og teir fáa ta hjálp, teimum tørvar. 

- Vit hava eisini havt næmingar, sum hava trupulleikar við orðblindni. Eisini hesir hava fingið góða hjálp og eru komnir væl ígjøgnum skúlan. 

Deildarleiðarin vísir á, at tað er ein partur av identitetinum hjá skúlanum, at næmingarnir fáa góða hjálp. Hetta er ein lítil skúli, har hvør lærari gevur sær stundir til næmingarnar. 

- Fólk eru eisini vælkomin at ráðføra seg við okkum, áðrenn søkt verður. Kemur tú higar at lesa, bjóða vit tær vælkomnum, og vit gleða okkum at síggja teg við skúlabyrjan, sigur hann. 

Søkjast kann um upptøku Sjónámi í Klaksvík beinleiðis á heimasíðuni - www.sjonam.fo, um teldupostadressuna sjonam@sjonam.fo ella við at ringja á tlf. 665888. 

Sjálvur gjørdist Brandur útbúgvin skipari á Vinnuháskúlanum í 2007 og skipsførari í Marstal í Danmark í 2010. Síðan tók hann bachelorprógv á Fróðskaparsetri Føroya í 2019.

Hann hevur siglt sum stýrimaður og yvirstýrimaður í sløk 10 ár. 

Sum deildarleiðari á Sjónámi hevur hann fakliga ábyrgd av undirvísing og skeiðvirksemi skúlans. 

 

Livandi skúlaumhvørvi

Sjónám bjóðar eisini eina rúgvu av skeiðum, eitt nú trygdarskeið, fyrstuhjálparskeið og skeið í sjúkraviðgerð - fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.  

Skúlin bjóðar javnan skeið í skjóttgangandi báti (FRC) og bátaføraraskeið (COX).  

- Vit bjóða eitt sunt og livandi skúlaumhvørvi, har undirvísingin er tillagað altjóða sáttmálakrøvum um upplæring av sjófólki. 

Málið hjá Sjónámi er at veita útbúgvingar og skeið á høgum altjóða støði. 

- Vit leggja dent á eitt nútímans skúlaumhvørvi, har trivnaður og samanhald renna saman í eina náttúrliga eind, sigur Brandur H. í Funningsstovu, deildarleiðari. 

 

- Vit leggja dent á eitt nútímans skúlaumhvørvi, har trivnaður og samanhald renna saman í eina náttúrliga eind, sigur Brandur H. í Funningsstovu, deildarleiðari.