Sjómenn sleppa frá at fara á skúlabonk

Tey, sum skulu til skips fyrstu ferð, skulu á skúlabonk í tríggjar vikur, men níverandi sjómenn sleppa frá

 Tað eru bara tey, sum skulu til skips, fyrstu ferð, sum skulu á skúlabonk í tríggjar vikur á trygdarskeið.

 

Tað boðar Mentamálaráðið frá nú.

 

Tað hevur fingið nógv umrøðu, eftir at tað kom fram í Løgtinginum í gjár, at reglurnar fyri trygdarskeið skuldi broytast.

 

Higartil hevur tað tikið tríggjar dagar, men nú skulu tað taka tríggjar vikur, og nógvir tinglimir halda, at tað er heilt burturvið at krevja royndar sjómenn á skeið í tríggjar vikur.

 

Mentamálaráðið sigur, at eftir lógini um, hvussu manningar skulu útbúgvast, skulu serskeið skipast eftir altjóða krøvum.

 

Men nú ger Mentamálaráðið greitt, at kravið um at fara á trygdarskeið í tríggjar vikur, er bara galdandi fyri tey, sum fyrstu ferð skulu mynstra við fiskiskipi eftir tann 1. januar 2017.

 

 

Les eisini: Skilaleyst krav til føroyskar sjómenn

 

 

- Kravið er ikki galdandi fyri verandi manningar á fiskiskipum. Hinvegin er støða ikki tikin til, hvør skal gjalda fyri skeiðini, sigur Mentamálaráðið.