Í samband við mín fyrispurning til Anniku Olsen, um pensión til útslitnar sjómenn, gleddi tað meg, at kjakið gekk væl. Umboð hjá flokkunum vístu forstáilsi og virðing fyri okkara sjómonnum. Fleiri røddir vóru frammi um, at hetta var ein serligur samfelagsbólkur, sum í fleiri førum var dottin niður ímillum og útslitin áðrenn tey náa vanligan pensiónsaldur.
Víst var eisini á, at tað hastaði við at fáa eina pensión til hesi áðrenn vanligan pensionsaldur. Sum tingfólk vístu á, so er hesin bólkurin ikki aktuellur um 10-20 ár. Hesir sjómenn eru í dag um 60 ára aldur, og hava ikki møguleika at fáa bláubók av heilsuávum. Teir eru útslitnir av harða arbeiðslívinum á sjónum seinastu 40-50 árini.
Dreingir/unglingar , sum fóru til sjós sum 13 - 14 ára gamlir í 1960´unum eru teir harðast raktu, nú teir eru um 60 árs aldur.
Ein saltfiskatúrur kundi varða heilt upp til eitt hálvt ár. Vaktirnar umborð vóru 18 harðir og langir tímar. Arbeiðið skuldi gerast líka mikið hvat. Tað hendi meira enn so, at menn vóru noyddir at bróta vakt og arbeiddu útum 18 tímar.
Hetta vóru heilt aðrar tíðir enn vit kenna til í dag umborð á skipum. Grovt sagt kunnu vit siga, at hetta var áðrenn byrjað varð at ganga í inniskóm umborð á skipi og áðrenn telda og internet komu umborð . Aðrar reglugerðir eru eisini komnar, sum bøta munandi um sjólívið í dag í mun til fyrr. Túrarnir eru styttir munandi og vaktirnar somuleiðis. Eisini er møguleiki hjá sjófólki at hava dagligt samband við familju og vinir heima meðan tey eru burtur.
Nakrir av hesum fáa fyritíðarpensjón. Stóri trupuleikin er, at teir eiga onga, ella lítla uppsparda pensjón, so tað sum teir fáa røkkur ikki langt.
Hetta eru menn, sum ikki eru vanir við arbeiði á landi og samanumtikið hava teir ikki nógvar arbeiðsmøguleikar/-førleikar nú.
At umskúla seg beint áðrenn, ella eftir ein blívur 60 ár gevur heldur ikki nógva meining, tí arbeiðsmøguleikarnir eru rættuliga avmarkaðir í tí aldrinum. Teir náa næstan vanliga fólkapensiónsaldurin uppá 67 ár áðrenn teir eru lidnir við umskúlingina.
Vit skulu ikki gloyma, at hesir útslitnu sjómennirnir alt teirra virkna arbeiðslív hava verið fremsta liðið til at skaffa harðan valuta til landið. Teir hava bøtt við síni heilsu.
Tað gleddi meg sera nógv at landsstýriskvinnan undir kjakinum lovaði, at hon ætlaði at fara ígongd beinanveg við at fáa eina pensión til útslitnar sjómenn.
Hon upplýsti í tinginum undir orðaskiftinum, at hon fer ikki at bíða við hesum til 2016-17.,men ætlar at fara ígongd beinanveg. Ein líknandi skipan kundi eisini umfata tey sum eru útslitin av øðrum arbeiði.
Tað hevði verið so upplagt, at tilfongisgjaldið fíggjar "sjómanspensiónina".