Fleiri hundrað norðmenn hava verið í samband við sjómanskirkjuna í Dubai seinastu dagarnar.
- Telefonin ringir næstan alla tíðina, skrivar felagsskapurin, sum rekur kirkjuna í Dubai, á Facebook.
Ann Kristin Karlsen, dagligur leiðari, sigur, at teir fyrstu dagarnar vóru fólk ræðslusligin.
- Nú snýr nógv seg um, hvussu folk kunnu sleppa heimaftur, leggur hon aftrat.
Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at økt manning er í sjómanskirkjuni, og her er rímiliga nógv at gera.
- Kirkjan hevur økt manningartal, bæði í Noregi og Dubai - fyri at kunna svara øllum fyrispurningunum, sigur dagligi leiðarin.











