Sjómannadagurin hevur í mong ár skorið ein grindahval upp niðri á Stongunum í Klaksvík, og tað ætla teir eisini í ár, hóast Sea Shepherd fólk eru í Føroyum.
Seinastu tveir mánaðirnar hava hundraðtals fólk frá Sea Shepherd felagsskapinum verið í Føroyum, fyri at steðga grindadrápi. Hetta hevur havt við sær, at nógv hevur verið tosað um grind seinastu tíðina, og kjakast hevur verið um um føroyingar skulu gevast við at drepa grind, meðan Sea Shepherd eru í Føroyum.
Sjómannadagurin hevur í mong ár skorið ein grindahval upp niðri á Stongunum í Klaksvík. Hetta verður millum annað gjørt fyri at tað yngra ættarliðið skal læra hvussu man sker grind upp, men eisini fyri at vísa hvussu okkara traditión við grindahvalum gongur fyri seg, og hvussu nógv av hvalinum vit nýta til matna. Hvørt ár eru tað mong ið hava víst áhuga fyri hesum, og bæði føroyingar og turistar hava flokkast rundan um grindahvalin, fyri at síggja hvussu hvalurin verður skorin upp.
Fyrireikararnar aftanfyri Sjómannadagin hava havt trupult við at fáa fatur í einum grindahvali at skera upp í ár, tí tað er eitt sindur síðani at grind var. Tó siga teir, at um teir klára at fáa ein grindahval til høvi, so eru teir vísir í at teir fara at skera hann upp aftur í ár, tí teir leggja ikki nógv í Sea Shepherd.
- Tey skipini sum fiska norðanfyri síggja nógvir hvalir, og vit hava biðið skipini um at royna at fáa fatur í einum grindahvali til Sjómannadagin, sum vit kunnu skera upp, sigur Karl Birgir.
Karl Birgir sigur, at fyrireikararnar aftanfyri Sjómannadagin halda tað verða umráðandi at vit gera sum vit plaga í Føroyum, hóast Sea Shepherd felagsskapurin er her.
- Eg haldi tað er umráðandi at varðveita mentanina, og eg haldi at vit mugu blíva við at livað sum vit vilja í Føroyum, sigur Karl Birgir.